Mynd: Jens Kr. Vang

Biskupur sent út tænastuboð

Steinar Patursson

29.06.2017 - 17:57

Tíðindi > Trúarlív

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur nú sent út tænastuboð til sóknarprestarnar í Føroyum um ikki at signað hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli.

- Sóknarprestunum / prestunum verður ikki heimilað at signa hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli. Tænastuboðini eru galdandi bæði við atliti at borgarligari giftu av hinskyndum og borgarligari giftu av samkyndum, ljóða tænastuboðini, ið vórðu send út í dag.

Tó eru eingi tænastuboð, ið nokta prestum at signa borgarlig hjúnabond á donskum.

Boðini koma í sambandi við, at nýggju broytingarnar í hjúnabandslógini koma í gildi leygardagin 1. juli.

- Tænastuboðini eru grundað á omanfyri nevnda veruleika, at fólkakirkjan ikki hevur nakað ritual á føroyskum til signing av borgarliga stovnaðum hjúnalagi. Harafturat er løtan eitt gylt høvi at fáa viðurskifti í rættlag, ið ongantíð formliga eru skipað á føroyskum í fólkakirkjuni, skrivar biskupur í tænastuboðunum og vísir á, at hann metir tað óhóskandi at diskriminera. Í tí sambandi skal fólkakirkjan taka sær stundir at viðgera broyttu fatanina av hjúnalagnum, sum er komin saman við lógarbroytingini.

- Tess vegna steðgar siðvenjan at signa borgarliga gift hinskynd pør á føroyskum við ritualum, ið ikki eru løggildað. Tænastuboðini eru galdandi alla ta tíð, inntil onnur boð verða givin.